Starvsfólk til handilin hjá Sp/F Siri
SP/F SIRI

 

Dámar tær væl at arbeiða innan sølu, vegleiðing og kundarøkt? Og kundi tú hugsað tær eitt spennandi starv í okkara hugnaliga handli? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Vit leita eftir einum fittum, fyrikomandi og røskum stravsfólki til okkara handil.

Um starvið
Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 5 starvsfólkum. Starvið fevnur í høvuðsheitinum um kunning og sølu av undirklæðum, bróstprotesum, bandagum, skóm, kompressiónssokkum, kostískoyti o.a

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

  • Kundaavgreiðsla
  • Vegleiða kundar
  • Bíleggja og takað ímóti vøru
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Er yvir 20 ár
  • Brennur fyri at veita eina góða tænastu
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert fleksibul
  • Ein fyrimunur um tú hevur royndir innan handil/tænastu ella um tú hevur royndir sum heilsuhjálpari ella farmakonom.

Vit bjóða:

  • Eitt lítið, men hugnaligt arbeiðspláss við góðum samanhaldi
  • Møguleikan fyri ávirkan og at seta tín dám á handilin
  • Møguleikan at læra nógv innan persónliga vælveru

 Løn og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er áleið 30 tímar um vikuna við løn eftir avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Siri Eysturoy á telefon 210506.
Umsókn skal sendast til siri@siri.fo í seinasta lagi sunnudagin 26. mai 2019.

Um Sp/F Siri:
Sp/F Siri hevur meira enn 30 ára royndir innan sølu av góðskuvørum, so sum undirklæðir, bróstprotesur, bandagur, skógvar, kompressiónssokkar, kostískoyti o.a. Les meira á www.siri.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER