Avloysarar til móttøkuna á Hotel Føroyum
P/F GIST & VIST

Hevur tú áhuga fyri ferðavinnu?

Og ert tú strukturerað/ur og tænastusinnað/ur?

So er tað møguliga tær vit leita eftir.

Hotel Føroyar leitar eftir einum avloysara til móttøkuna, sum kann taka vaktir, tá ið nógv er at gera.

Uppgávur:
• Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði
• At inn- og útskriva gestir
• Hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum

Vit bjóða tær góða upplæring, eitt spennandi arbeiðsumhvørvi umfrant góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Umsóknarfreistin er 10. juni

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin til at ringja til móttøkuleiðara Vanju Carlsen á 217596.

Send tína umsókn til vanja@hotelforoyar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER