Námsfrøðingar til dagstovnin Kura
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna dagstovnin Kura eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki.


Tað eru trý størv til barnagarðsstovur til ávikavist 30, 35 og 40 tímar um vikuna, at byrja 5. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Vit bjóða eitt áhugavert og fjølbroytt starv við góðum námsfrøðiligum møguleikum og góðum karmum serliga úti, men eisini inni. Vit brúka útilív sum námsfrøðiligt amboð sum t.d. túrar fram í dalin, í hagan, í ánna, í fjøruna, í bátahylin, í Viðarlundina – og vit brúka eisini svimjihøllina, ítróttarhøllina og annað afturat. T.d. hava vit ein góðan garð á ósløttum lendi við avbjóðingum í mun til rørslur, upplivilsir, nærveru og nógv annað.

VIT VÆNTA AV TÆR:

• 

at tú hevur hug og evni at menna og halda námsfrøðiliga
støðið á stovninum

at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni til at virka fyri
góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar

at tú ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi, tryggan og stuttligan dag fyri einstaka barnið

at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir
og samstundis varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir starvið, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv í eitt ár.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Connie Lassen, stovnsleiðara, á telefon 221323.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum o.ø. skal sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juni 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER