Námsfrøðingar til Býlingshúsið Vesturi á Flat
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Býlingshúsið Vesturi á Flat eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30 / 35 tímar um vikuna.

Størvini verða sett 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri færri / fleiri tímum um vikuna.

Søkir eingin námsfrøðingur størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

UM OKKUM

I Býlingshúsinum á Flat er ein vøggustova og tvær barnagarðsstovur. Vit leggja stóran dent á umsorgan,menning og trivna hjá okkum øllum, børnum og vaksnum.

Stovnurin liggur sera væl fyri í náttúruvøkrum øki, sum vit gleðast um hvønn dag, vit arbeiða tætt at náttúruni.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

ert blíð/-ur, fyrikomandi og hevur gott yvirlit

hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt

ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

dugir at grunda yvir egið arbeiði

ert sinnað/-ur at arbeiða í eini broytingartíð

vilt vera ein virkin partur av starvsfólkatoyminum


 

við tínum liðiliga arbeiðslagi ert við til at stuðla undir okkara
trivnað, menning og samstarv til frama fyri einstaka barnið,
foreldrini og starvsfelagarnar

Hetta so at ØLL, bæði børn, foreldur og starvsfólk verða sædd, hoyrd og tikin í álvara.

VIT BJÓÐA TÆR EITT TÝDNINGARMIKIÐ STARV:

• 

har viðurkenning er grundarlagið undir trivnaði, menning og
samstarvi við einstaka barnið, foreldrini og starvsfelagar

við fjølbroyttum og spennandi avbjóðingum í gerandisdegnum

har menningin hjá einstaka barninum er týðandi partur í
gerandisdegnum

har samstarv við foreldrini hevur stóran týdning

har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019.

MEIRA FÆST AT VITA
Um starvið og stovnin við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 275100 og við at skriva til turidh@torshavn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER