Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan í Kongagøtu
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Kongagøtu eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 15. august 2019, ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru 30 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur verður settur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

VIT BJÓÐA:
eitt áhugavert og fjølbroytt starv við góðum námsfrøðiligum møguleikum og góðum karmum inni og úti.

VIT VÆNTA AV TÆR:

• 

At tú hevur hegni og áhuga at skapa ein mennandi, tryggan og
góðan gerandsdag fyri børnini

At tú hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta

At tú ert sjálvstøðug/ur og álítandi

At tú ert kveikjandi og við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen, stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. juni 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER