Starvsfólk til sertoymi á Frælsinum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til sertoymið at byrja 15. august 2019, ella eftir nærri avtalu.

Størvini eru 30 tímar um vikuna.

Sertoymið á Frælsinum hevur sína egnu eind til børn, sum ganga í 1. og 2. flokki í skúlanum á Trøðni. Hetta er ein lítil eind við fáum børnum, sum hava serligar avbjóðingar. Eindin liggur tætt at skúlanum á Trøðni og vit hava tætt samstarv við skúlan.

Virksemið tekur støði í autismunámsfrøði, men er bygt upp í mun til ítøkiliga tørvin hjá barninum.

Eindin á Frælsinum er partur av frítíðarstovninum í Kongagøtu og Spíranum í Havnardali. Børnini taka eisini lut í virkseminum á hesum stovnum í mest møguligan mun.

FØRLEIKAKRØV

Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari ella aðrari viðkomandi útbúgving og/ella royndum.

Vitan um autismu er ein fyrimunur og fær toymið eisini fakligan íblástur og ráðgeving.


SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag ella avvarðandi sáttmála.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann Elisabeth Eldevig Joensen, stovnsleiðara, á telefon 214041.

UMSÓKN

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og tilmælum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. juni 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER