Móttøkulærlingur til Hotel Føroyar
P/F GIST & VIST

Kundi tú hugsað tær at komið í læru í móttøkuni á Hotel Føroyum? 

So er at lesa víðari. 

Uppgávur:
• Fyrisitingarligar uppgávur í samband við móttøkuarbeiði 
• Inn- og útskriva gestir
• Hjálpa og vegleiða okkara gestum við teirra fyrispurningum 
• Ymiskt fyrifallandi arbeiði 

Fakligir førleikar: 
• Tosar og skrivar føroyskt, danskt og enskt - onnur mál afturat eru ein fyrimunur 
• Góðar telduførleikar 

Vit vænta at tú: 
• Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
• Ert fyrikomandi og tænastsinnað/ur 
• Megnar at halda tíðarfreistir í einum bráðskiftandi umhvørvi 
• Hevur jaligan hugburð og ert ágrýtin 
• Ert strukturerað/ur og umhugsin 

Vit bjóða tær góða upplæring og góðan stuðul í lærutíðini umfrant góðar og dugnaligar starvsfelagar. 

Umsóknarfreistin er 10. juni 19

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin til at ringja til móttøkuleiðara Vanju Carlsen á 217596. 

Send tína umsókn til vanja@hotelforoyar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER