Starvsfólk til No12 í Gundadali
P/F GIST & VIST

Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum spennandi umhvørvi við nógvum ítróttarvirksemi?

So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

No12 í Gundadali leitar eftir starvsfólki til skiftandi vaktir at byrja skjótast gjørligt.

No 12 er ein nýmótans djúsbarr á Tórsvølli í Gundadali.

Á matskránni er nýpressað djús, tvíflísir, køkur, kaffi o.a. Vit vænta, at tú ert smílandi, tænastusinnað/ur og megnar at fimla við fleiri súreplum í senn.

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til malan@no12.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER