Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Norðasta Horni
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum, at arbeiða 32-35 tímar um vikuna.

Eina starvið er ætla at byrja 11 juni 2019, hini størvini 5 august 2019, ella eftir nærri avtalu. Størvini eru í vøggustovu og í barnagarðsstovu.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.


VIT BJÓÐA:

eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum

VIT VÆNTA:

• 

at tú dámar at vera úti

at tú gevur títt íkast, í at brúka okkara natúru og mentan
sum námsfrøðiligt amboð

at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið
á stovninum

at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

at tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll

SETANARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
 

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, telefon 210906, ella við at hyggja inn á heimasíðuna 123hjemmeside.dk/nordastahorn

UMSÓKN

 

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 27. mai 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER