Samskipari til filmsverkstovuna Klippfisk
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Brennur tú fyri filmi og kundi tú hugsað tær at arbeitt við at menna ungar filmsspírar í einum filmsvakstrarumhvørvi? So er tað kanska tær, vit leita eftir til starvið sum samskipari í Klippfisk.


UM STARVIÐ
Arbeiðsøkið fevnir breitt og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Tú stendur fyri at samskipa nógv tiltøk, filmsskeið og filmsskappingar. Harumframt umsitur tú dagliga virksemið, har Klippfisk m.a. lænir út filmsútgerð til filmsframleiðslur og veitir innivist til filmsspírar, sum arbeiða við undan- og eftirframleiðslu.

Starvið fevnir harafturat um at ráðgeva og vegleiða um filmsframleiðslu. Tín uppgáva verður eisini at marknaðarføra og sjónliggera tænastur og tiltøk hjá Klippfisk, m.a. Nóllywood. Harumframt hevur tú samstarv við altjóða filmsnetverk, sum Klippfisk samstarvar við.

Tú arbeiðir í samstarvi við stýrisbólkin í Klippfisk og leiðaran í Hugskotinum við at menna, leggja til rættis og gjøgnumføra nýggjar viðkomandi verkætlanir og tiltøk.

FØRLEIKAKRØV
Tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir.

Tú hevur royndir innan filmsframleiðslu, verkætlanarleiðslu, ungdómsarbeiði, ráðgeving, marknaðarføring og fyriskipan. Tú hevur grundleggjandi vitan um filmsútgerð og góðar tøkniligar førleikar. Tað er harumframt ein fyrimunur, um tú hevur tú eitt gott netverk innan føroyska filmsumhvørvið.

Tú ert stinn/ur í føroyskari stavseting og dugir væl at skriva og málbera teg á føroyskum og enskum. Harumframt hevur tú royndir við Wordpress og sosialum miðlum.

Sum persónur ert tú opin, fyrikomandi, álítandi, ábyrgdarfull/-ur og tænastusinnað/-ur. Tú hevur eisini góð samstarvs- og samskiftisevni. Tær dámar væl at seta tiltøk í verk og tú megnar sjálvstøðugt at stýra nógvum verkætlanum frá byrjan til enda. Tað er týdningarmikið, at tú kanst arbeiða undir knøppum tíðarfreistum og skiftandi arbeiðstíðum.

UM OKKUM
Endamálið hjá Klippfisk er at virka fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri ungar filmsspírar. Klippfisk varð upprunaliga stovnað í 2005 og hevur síðan byrjan spælt ein ógvuliga stóran leiklut í menningini av føroyska filmsumhvørvinum.

Klippfisk er nú ein verkætlan undir Hugskotinum í samstarvi við mentamáladeildina, Tórshavnar kvøldskúla og Kringvarp Føroya. Klippfisk heldur til í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Tórshavn. Fyri 2019 og 20 er júst inngingið slóðbrótandi samstarv við Kringvarp Føroya um menning av dokumentarisu, tøkni o.a.

SETANARVIÐURSKIFTI
Eitt spennandi hálvtíðarstarv í einum spírandi og fjølbroyttum umhvørvi, har eingin dagur er eins. Tú fært ógvuliga stóra ávirkan á tín arbeiðsdag.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað eftir førleika í minsta lagi eftir 4. lønarflokki.

Umsókn saman við avriti av prógvi og CV skulu sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 3. juni 2019. Viðmerkjast skal „Klippfisk“.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóley Heradóttir Hammer, leiðara í Hugskotinum, á telefon 289333.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER