Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA

Søkt verður eftir:

  • námsfrøðingum at byrja 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um ymisk størv,- bæði á vøggu- og barnagarðsstovu, og eru størvini á 35 og 40 tímar um vikuna.
  • 1 námsfrøðingi til farloyvstarv á 35 tímar um vikuna at byrja 12. august 2019 til 17. juli 2020.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið er eldhuga og konstruktivt.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingar ikki søkja øll størvini, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Nærri fæst at vita um stovnin og um størvini við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leilu H. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi týsdagin 11. juni  2019 kl. 12.00.

 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER