Námsfrøðingar ella hjálparfólk til Mylnuhúsið
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum, góðum starvsfeløgum og spor pedagogikki. Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Vit søkja eftur tveimun námsfrøðingum. Talan er um tvey størv á 30 tímar, at byrja 12. august 2019. Tað eina starvið hevur møguleikar til fleiri tímatal. Í Mylnuhúsinum verður arbeitt við spor pedagogikki. Hendan tilgongdin krevur forvitni og áhuga fyri námsfrøðiliga
arbeiðnum, og tí er tað umráðandi, at komandi starvsfólk hava eitt opið sinn og eru sinnað at seta seg inn í nýggjar arbeiðshættir

Vit vænta at tú:
• Ert opin fyri nýhugsan
• Dugir at síggja møguleikar fram um mørk
• Virkar fyri einum góðum samstarvi við foreldur og starvsfelagar

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. mai 2019, og skulu stílast til: mylnuhusid@klaksvik.fo ella sum bræv til Mylnuhúsið, Mylnugøta 10, 700 Klaksvík.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Maju Højsted, leiðara á tlf. 457788 ella 237710.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarka starv.

Um Mylnuhúsið
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum, har vit dagliga taka ímóti tilsamans 76 børnum í aldrinum 0 – 7 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og vit eru serliga upptikin av sporunum, sum upptaka børnini.

Okkara námsfrøðiliga arbeiði tekur útgangsstøði í barninum, og sporini nýta vit, til at leggja verkætlanir, aktivitetir og spøl í gerandisdegnum til rættis.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER