Námsfrøðingar og reingerðsfólk til Dagstovnin Flatnagarð í Kaldbak
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna sóknast eftir seks námsfrøðingum og einum vaskifólki til dagstovnin Flatnagarð í Kaldbak.

STØRVINI

• 

Tvey tíðaravmarkað størv til 10. juli 2020 í vøggustovu við
8 børnum ávíkavist 20 og 25 tímar um vikuna

Tvey tíðaravmarkað størv til 10. juli 2020 í barnagarði við
17 børnum 32 tímar um vikuna

Eitt tíðaravmarkað starv til 10. juli 2020 í barnagarði við 17
børnum 20 tímar um vikuna

Eitt tíðaravmarkað starv til 3. juli 2020 í frítíðarskúla við 7
børnum 22 tímar um vikuna

Eitt starvsfólk til reingerð 15 tímar aðruhvørju viku

STOVNURIN
Dagstovnurin Flatnagarður er ein lítil og sera hugnaligur stovnur, sum liggur bara 15 minuttir frá Havnini, angar av bygdalívi og liggur mitt í nátturuni. Vit hava høsn og heimalomb. Vit kennast øll væl, og vit hava tætt samstarv um øll børnini. Í løtuni eru 9 starvsfólk í starvi og tilsamans 34 børn.

VIT VÆNTA AT:

• 

tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tú hevur góð evni at samstarva og samskifta og megnar at
virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan,
mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið

tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlit, tá ið á stendur

tú ert kreativ og bjóðar til við hugskotum og aktivitetum

SETANARVIÐURSKIFTI
Pedagogstørvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett.

Reingarðafólkið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Talan er um 6 tíðaravmarkað pedagogstørv við starvsbyrjan 6. august 2019. Reingerðafólkið verður sett sum skjótast.

MEIRA FÆST AT VITA
Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Rikke Bak Sørensen, stovnsleiðara, telefon 595533.

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadag 24. juni 2019.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER