Námsfrøðingur og hjálparfólk til Frítíðarskúlan í Hoyvík
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík eftir námsfrøðingi í fast starv á 25 tímar vikuliga at byrja 14. august 2019. Um námsfrøðingur ikki verður settur, er møguleiki at seta hjálparfólk í tíðarsett starv til 26. juni 2020. Eisini verður søkt eftir hjálparfólki at arbeiða umleið 20 tímar vikuliga frá 14. august 2019 til 26. juni 2020.


Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

VIT YNSKJA UMSØKJARAR SUM:

• 

megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi

eru initiativríkir og vísa hetta í verki

eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit

vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi

síggja møguleikar, heldur enn forðingar

hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna tí at virka fyri
góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

UM OKKUM

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 15 starvsfólk, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk.

Um áhugi er, og umstøður loyva tí, er eisini møguleiki at arbeiða í ungdómshúsinum í Hoyvík. KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal umleið 7-10 tímar vikuliga.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2019.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnarnar her: www.facebook.com/ftshoyvik og https://www.facebook.com/ungdomshusidKLUBB188/

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER