Námsfrøðingar til Dagstovnin á Argjum
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Vit sóknast eftir trimum námsfrøðingum at starvast í vøggustovu 30 tímar um vikuna frá 5. august 2019.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

DAGSTOVNURIN Á ARGJUM LEGGUR MILLUM ANNAÐ DENT Á:

• 

fólkaræði og sjálvbjargni

opinleika og tolsemi

virðing og trivnað

góðar relatiónir

felags ábyrgd

samstarv

kropp og rørslu

VIT VÆNTA AT:

• 

tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni


 

tú ert ágrýtin og tolin og hevur hug og evni at skapa ein
fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka
barnið

tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir,
samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur

Vit síggja tað sum eina styrki fyri trivnaðin og fakligu dygdina á stovninum, at starvsfólk tora at undrast, seta spurningar, siga sína hugsan og kjakast um ymisk evni, sum hava bæði fakligan, menniskjaligan og samfelagsligan týdning.

ØKIÐ UM STOVNIN

Umframt stóra garðin, so er stovnurin umgyrdur av áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum. Nevnast kunnu m.o. Sandá, Sandágerði, Sjósavnið, AB-vøllurin, sparkivøllurin, Kongavarðar og hagin rundan um.

Busssambandið er gott, tí bæði leið 1 og 3 koyra tríggjar ferðir um tíman og steðga tætt við stovnin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið og stovnin, kanst tú venda tær til Irenu Tróndheim, stovnsleiðara, telefon 302323 / 219019 ella vitja heimasíðuna www.dagstovnurin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir, skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 28. mai 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER