Tíðaravmarkað starv sum leiðslusamskipari
KRINGVARP FØROYA

Fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Kringvarp Føroya eftir einum leiðslusamskipara í tíðarskeiðinum frá 1. august
2019 til 31. juli 2020.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðslusamskiparanum eru at samskipa og fyrisita virksemi íleiðsluhøpi á stovninum. Talan er bæði um afturvendandi fyrisitingarligar uppgávur eins væl og at luttaka í og leiða tvørgangandi verkætlanir á stovninum.

Starvið er fjølbroytt, og leiðslusamskiparin hevur stóra ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað. Tú kemur bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við nógvum øðrum fólkum. Serliga kemur tú at arbeiða saman við stjóra og deildarleiðarunum fyri at útinna ætlanir stovnsins í verki. Starvið er skipað í fyrisitingini við tilvísing til deildarleiðaran fyri fyrisitingina.

UPPGÁVUR
Høvuðsuppgávurnar verða m.a. at:

  • fyrisita fundarvirksemi á leiðslustigi
  • gera greiningar til at stuðla undir leiðsluavgerðir og ætlanarleggjan
  • samskipa og fylgja upp á verkætlanir settar í verk av leiðslubólkinum
  • samskipa innanhýsis samskifti
  • starvsfólkafyrisiting
  • samskifta við aðrar myndugleikar og stovnar vegna leiðsluna

FØRLEIKAR
Vit vænta, at tú hevur útbúgving á t.d. bachelorstigi, eins og viðkomandi starvsroyndir.

Um tú hevur drúgvar viðkomandi starvsroyndir innan verkætlanarleiðslu og fyrisiting, kann tað viga meira enn útbúgvingin.

VIT VÆNTA AV TÆR, AT TÚ:

  • hevur ein brennandi áhuga fyri leiðslu og fjølmiðlum
  • ert væl skipað/ur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • dugir væl at samskifta á føroyskum og ert køn/ur í donskum og enskum
  • megnar at tillaga teg broyttar umstøður og at lofta fjølbroyttum uppgávum
  • at tú sum persónur ert ágrýtin, dugnalig/ur og fakliga væl fyri innan viðkomandi øki

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKN
Umsókn við prógvum og lívgongdarlýsing skal vera Kringvarpi Føroya í hendi á umsokn@kvf.fo í seinasta lagi mánadagin 27. mai 2019. Umsóknin skal vera merkt “Leiðslusamskipari“.

FLEIRI UPPLÝSINGAR
Tú kanst fáa fleiri upplýsingar um starvið við at venda tær til Jákupu Mikkelsen, fyrisitingarleiðara, á teldupost jakupa@kvf.fo ella á fartelefon 296525.

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpsstjórin stjórnar stovninum við tilvísing til stýrið, ið telur sjey limir. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá kunngerðum, ískoytisveitingum og eydnuspølum. Kringvarp Føroya hevur fýra deildir: Aktuelt, Mentan, Tøkni og Fyrisiting. Umleið 80 fólk eru í føstum starvi á stovninum.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER