Køkshjálp til Hotel Føroyar
P/F GIST & VIST

Hevur tú áhuga fyri matgerð?

Og kundi tú hugsað tær at arbeitt á einum fýrastjørnaðum hotelli við besta útsýninum í Tórshavn?

So er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Hotel Føroyar leitar eftir køkshjálp til hotelmatstovuna Gras.

Arbeiðsuppgávur:

• At gera mat til sjálvtøkuborð, veitslur og a la carte

• At halda køkin reinan og ruddiligan

• At hjálpa kokkunum við fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Send eina umsókn til michael@hotelforoyar.fo, um hetta starvið ljóðar sum nakað fyri teg.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER