Summaravloysarar til NO12 á Flogvøllinum
P/F GIST & VIST

 Summarið nærkast og tað merkir, at alsamt fleiri fólk ferðast ígjøgnum flogvøllin.

Okkum tørvar tí nakrar fresh og smílandi summaravloysarar at gera djús og tvíflísir til tey ferðandi og aðrar gestir, sum vitja flogvøllin.

Vit elska smílandi fólk við góðum arbeiðshugburði.

Ongantíð betri, um tú hevur kaféroyndir - hetta er tó ikki eitt krav.

Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, so er at senda eina umsókn til mariann@flogkaffi.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER