Handilsnæming til TelduTænastuna
SP/F TELDUTÆNASTAN

Hey tú hon sjálv ella hann sjálvur!

Nýggj og lekkur høli og ein fyritøka í rúkandi ferð – vit leita eftir tær, sum vil vera við á ferðini. Tú kemur at vera partur av handilstoyminum. Um tú ikki hevur vitan ella royndir innan øki, so fell ikki í fátt – vit ynskja eisini at hoyra frá tær!

Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

  • Søla av KT, skrivstovulutum, skrivstovuinnbúgvi og mangt annað
  • Ráðgeva kundar innan alt fyrifallandi
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Ert smílandi, blíð/ur og fyrikomandi
  • Hevur áhuga fyri sølu og handli
  • Hevur áhuga fyri KT og tøkni annars
  • Ert fleksibul og klárar at arbeiða skiftandi tíðir
  • Ert væl skipað/ur og røkin
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur koyrikort
  • Hevur Studentsprógv, FHS, HH ella tilsvarandi

Vit bjóða:

  • Eitt arbeiðspláss í rúkandi menning, har trivnaður er høgt raðfestur
  • Tú verður partur av einum toymi, har tú hevur ávirkan og sleppur at seta tín dám á handilin
  • Upplæring innan KT á sera høgum støði

Løn og setanartreytir:
Talan er um eitt lærupláss, ið verður lønt sambært lærusáttmálanum.

Hevur tú spurningar til starvið, ber til at ringja til Kenneth Hovgaard á telefon 217403.

Umsókn við próvskjølum skal sendast til kh@tt.fo seinast fríggjadagin  31.mai.

Vit ynskja at tú byrjar 1. juli, ella skjótast gjørligt.

Um TelduTænastuna:
TelduTænastan veitir KT-útgerð, -skipanir, og -tænastur til privat og vinnuna. Umframt KT, selja vit eisini skrivstovulutir og skrivstovumøblar. Í dag húsast 16 starvsfólk í TelduTænastuni.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER