Morgunfúsur tænari til Hotel Føroyar
P/F GIST & VIST

Dámar tær væl at byrja dagin tíðliga? Matstovan Gras á Hotel Føroyum leitar eftir einum morguntænara at arbeiða mánadag til fríggjadag frá kl. 05.30 til 14.00.

Arbeiðsuppgávur:

  • Passa morgunmatarsjálvtøkuborð
  • Tæna gestum og rudda í matstovuni
  • Passa miðmálasjálvtøkuborð
  • Gera fundarhølir klár og rudda av

Vit vænta, at tú:

  • Hevur góð samskiftisevni
  • Ert tænastusinnað/ur
  • Ert álítandi og rólig/ur
  • Ert arbeiðssom/samur og skyldurøkin
  • Ert vinalig/ur og megnar at fimla við fleiri bóltum í luftini í senn
  • Dámar væl at arbeiða í einum toymi

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til michael@hotelforoyar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER