Starvsfólk til Dagstovnin í Øksnagerði Søkt verður eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum.
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

SERSTOVAN BÓLIÐ

Søkt verður eftir fimm námsfrøðingum til Serstovuna Bólið í dagstovninum í Øksnagerði at arbeiða 30-35 tímar um vikuna, frá 5. august 2019, ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Bólið er ein serstova til barnagarðsbørn, sum hava kontakt- og samskiftistrupulleikar. Í Bólinum ganga í mesta lagi 7 børn.

Arbeiðið í Bólinum er sera væl skipað. Vit nýta t.d. Boardmaker-myndir og „Tekn til talu“, fyri at samskiftið gerst meira týðiligt fyri børnini. Vit ganga nógva túrar í náttúruni, svimja og eru í Fimi við børnunum.

Námsfrøðingar í Bólinum hava 4 tímar til fyrireiking um vikuna.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og vitan innan autismu.

VØGGUSTOVA, EYKATÍMAR

Søkt verður eftir einum hjálparfólki til eykatímar í vøggusotvu at arbeiða 20-25 tímar um vikuna frá 5. august 2019 til 10. juli 2020 ella eftir nærri avtalu.

BARNAGARÐSSTOVUR
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 5. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

AVLOYSARAR
Søkt verður eisini eftir avloysarum, ið kunnu avloysa eftir avtalu, at byrja skjótast gjørligt.

VIT KUNNU BJÓÐA:
eitt týdningarmikið og áhugavert starv í einum dagstovni, har vit leggja stóran dent á at geva børnunum eitt trygt og mennandi umhvørvi at trívast og mennast í. Vit arbeiða við viðurkennandi námsfrøði og motorikki / rørslum, sum námsfrøðiligt amboð. Vit hava ein stóran garð við sløttum og brøttum lendi og tað er stutt frástøða til náttúruna.

VIT VÆNTA AT:

• 

tú vil vera við til at geva børnunum ein tryggan og mennandi
gerandisdag

tú ert nærverandi, viðurkennandi og tolin

tú ert fakliga væl fyri og dugir væl at samstarva og samskifta

tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á
stovninum

tú ert álítandi og megnar at taka ábyrgd og hevur gott yvirlit

SETANARVIÐURSKIFTI

Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu sendast til Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 24. mai 2019.

NÆRRI FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sóleyð Í. Hermansen, stovnsleiðara, telefon 219959 ella Kára Skýlindal, varaleiðara, telefon 278014.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER