Námsfrøðingur til stovueindina á Brekku
KLAKSVÍKAR KOMMUNA

Klaksvíkar kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum á 30 tímar til stovueindina á Brekku, sum er undir leiðslu dagrøktarleiðarans.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at
- Hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum
- Vera við til at menna námsfrøðiliga tilboðið í samstarvi við onnur roynd starvsfólk á eindini
- Skipa gerandisdagin við atliti til barnsins aldur og tørv
- Vera íverksetandi og luttakandi saman við børnum
- Vera undangongufólk í foreldrasamstarvinum

Vit ynskja, at tú:
- Hevur royndir innan dagstovnaøkið
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
- Hevur hug og áræði at skapa umstøður, har børnini gleðast, trívast og mennast

Setanarviðurskifti:
Starvið er leyst at seta frá 1. august 2019. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv.

Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian B. Samson, dagrøktarleiðara á tlf. 22 57 19

Umsókn saman við prógvi og CV skulu sendast til dagrokt@klaksvik.fo

Umsóknarfreistin er 1. juni 2019



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER