MATSTOVULEIÐARI TIL THE TARV THE TARV
P/F GIST & VIST

leitar eftir einum framfýsnum matstovuleiðara, sum ikki er bangin fyri at taka ábyrgd. THE TARV liggur í sjarmerandi umhvørvinum undir Bryggjubakka, og borðreiðir við góðum grillaðum kjøti, grillaðum skeljadjórum og fiski.

Tínar uppgávur sum matstovuleiðari fevna um:

• At vera savnandi

• At stýra fíggjarætlanum

• At gera vaktarætlanir

• At veita gestum okkara góða tænastu

• Áhaldandi at menna THE TARV og skapa góðar karmar fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólk.

Vit vænta, at tú:

• Ert tænastusinnað/ur

• Ert ágrýtin, álítandi og hevur góð samstarvsevni

• Hevur royndir innan tænastuvinnuna

Vit bjóða tær eitt spennandi og hendingaríkt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.

Umsóknir kunnu sendast til wi@tarv.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER