Bilførari til Endurnýtsluna á Hjalla
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Kommunala Brennistøðin søkir eftir bilførara til Endurnýtsluna á Hjalla, ið er móttøkupláss fyri burturkast í Tórshavnar kommunu.

ARBEIÐSUPPGÁVURNAR SUM BILFØRARI ERU Í HØVUÐSHEITUM:

• 

Flutningur av bingjum og burturkasti, herundir viging og skráseting
av nøgdum

Røkt av bili, øki og útgerð, ið hoyrir til arbeiðsøkið

Luttaka í rakstrinum av Endurnýtsluni, herundir avgreiða og vegleiða
viðskiftafólk

Arðar uppgávur á Kommunualu Brennistøðini

FØRLEIKAR

Vit ynskja, at tú:

• 

hevur koyrikort (C)

viðkomandi royndir

telduførleika á brúkarastøði

Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/-ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40-50 tímar pr. viku samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at skula arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.

MEIRA FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita við at venda sær til John Erik Hansen, leiðara, telefon 590979.

UMSÓKN
Skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk „Bilførari til Endurnýtsluna“ í teldupostinum.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 24. mai 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER