Skipanarfólk til Heilsu- og umsitingartænastuna
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Ert tú fyrikomandi, álítandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Heilsu- og Umsorganartænastan í Tórshavnar Kommunu søkir eftir einum skipanarfólki, sum í samráð við deildarleiðarar á Boðanesheiminum, á Ellisheiminum, á sambýlunum Oman Mattalág og Oman Hoydalar, hevur sum høvuðsuppgávu at skjalfesta og skráseta í PDC Vaktplan og 3V. Tilsamans búgva 105 húsfólk, og umleið 200 starvsfólk starvast á ymsu heimunum, men starvsstaðið verður Boðanesheimið, sum liggur Yviri við Strond.

Talan er um eitt nýtt starv, har tú sum skipanarfólk kemur at byggja upp og hava ávirkan á starvið. Tú hevur ábyrgd av at skráseta vaktir hjá starvsfólki á omanfyrinevndu røktareindum, og inniber starvið eisini aðrar uppgávur, so sum:

• 
 

at skjalfesta og skráseta broytingar í arbeiðsætlanini fyri
tíma- og mánaðarlønt og hava eftirlit við og vátta tímar til
útgjald hjá starvsfólki í PDC Vaktplan

at vera bindilið ímillum starvsfólk og Starvsfólkadeildina í
mun til lønar- og setanarspurningar

at samskifta við Starvsfólkadeildina í mun til skráseting í
Vaktplan, feriu, avspáking og annað

at tryggja at skrásett verður í 3V skipanini í samráð við
deildarleiðararnar

at innkalla starvsfólk til arbeiðis í vaktum eftir áheitan frá
deildarleiðarunum

at gera fundarskrá og skriva til fundir í samráð við
eindarleiðara

at samskipa uppgávur og møgulig tiltøk á stovninum í
samráð við eindarleiðara

Talan er um nýtt starv, men eitt starvsfólk er á Lágargarði við somu arbeiðsuppgávum, ið umframt Lágargarð eisini hevur Tjarnargarð og Heimið við Vallalíð sum arbeiðsøki.

SØKT VERÐUR EFTIR:

einum skipanarfólki á setanarbrøki 0,8 til setan 1. juli 2019 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í dagtímunum frá kl. 8, ella sambært avtalu.

VIT VÆNTA AT TÚ HEVUR:

• 

skrivstovu- ella hóskandi útbúgving

góðan telduførleika og gjarna vitan og royndir við PDC
Vaktplan og 3V

møguligt innlit í sáttmálar

skipaða tilgongd til arbeiði

góð evni til at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

góð evni at samskifta í skrift og talu

VIT BJÓÐA:

• 

góða innleiðslu

ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar
avbjóðingar

møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna
tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF og Starvsmannafelagið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Astu Marjunardóttir, eindarleiðara, telefon 226119, ella við telduposti til astam@torshavn.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Skipanarfólk“.

Umsóknarfreistin er 27. mai 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER