Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
FØROYA KÆRUSTOVNUR

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn                       

Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. juni 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Meiri at vita

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2019. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

 

 

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER