Stjóri til Føroya Fólkaháskúla
FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI

Søkt verður eftir stjóra til Føroya Fólkaháskúla at byrja 1. september 2019

Sært tú Føroya Fólkaháskúla fyri tær sum ein týðandi menningarmøguleika hjá ungdómi á veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa fyri? Vilt tú fara undir eina uppgávu, sum krevur alt av tær í fimm ár? Krevur hugflog, skynsemi og góðar samstarvseginleikar?


HØVUÐSUPPGÁVUR OG ÁBYRGD
Háskúlastjórin skal mynda skúlan inneftir og úteftir í samsvari við endamál skúlans.

Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingarligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er sjálvseigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við
stuðli frá landinum og partvíst við eginfígging.

Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við víðfevndum innihaldi. Umframt langa heystskeiðið frá august til desember eru javnan onnur skeið sum t.d. seniorskeið, familjuskeið, skriviskeið, sjónleikaraskeið, filmsskeið, summarskeið og mong onnur, sum háskúlastjórin hevur evstu ábyrgdina av.

FØRLEIKAKRØV
Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin treyt fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upplýsing-ar um starvsroyndir, útbúgving og stutt lýsing av persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið, verða biðin um at orða, hvussu ið tey hugsa sær, at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í dag, og hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya
Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein viðkomandi kveikjari í føroyska samfelagnum. Starvið verður sett eftir eini heildarmeting.

SETANARTREYTIR
Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár.

Starvið verður lønt ájavnt við lønarflokk 34 hjá tænastumonnum landsins (í løtuni 40.459 kr.), tó uttan at vera tænastumannastarv. Heraftrat koma 15 % í eftirlønargjaldi at flyta í góðkenda eftirlønarskipan.

Bústaðarskylda er knýtt at starvinum, og stjórin býr í sethúsunum, sum hoyra til Háskúlan.

UMSÓKN OG FREISTIR
Starvið er lýst leyst til setan tann 1. september 2019. Tann, ið fær starvið, tekur við sum stjóri tann 1. oktober.
Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti tann 1. juni 2019.

Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku viku 23 og 24.

SPURNINGAR
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna í háskúlastjórnini, Turið Sigurðardóttur, á tlf. 292525, turids@setur.fo.

Umsóknir skulu sendast til:
STJÓRN FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA
Turið Sigurðardóttir
Leivsgøtu 4
100 Tórshavn

Føroya Fólkaháskúli hevur í meira enn 100 ár verið ein mentað rødd og týdningarmikil kveikjari í føroyska samfelagnum.

Endamál fyri Føroya Fólkaháskúla, orðað í 1910:
1. At vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum hjá Føroya ungdómi
2. Móðurmálið og Føroya søga eru meginstøðið undir kenslu og øllum starvi skúlans
3. So kann dentur vera lagdur á einstakar lærugreinir ella lærugreinabólkar, men alt virksemi skúlans skal miða fram ímóti at menna føroyska sjálvsfatan og medvit.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER