Barrtænarar til matstovuna Gras á Hotel Føroyum
P/F GIST & VIST

Kundi tú hugsað tær at starvast sum barrtænari í bráðskiftandi og spennandi umhvørvinum á Hotel Føroyum? 

Matstovan Gras á Hotel Føroyum leitar eftir avloysarum til barrina í forhøllini at arbeiða í summarhálvuni, og annars tá ið tørvur er á tí.

Arbeiðsuppgávur:

  • At veita eina góða tænastu til gestirnir í barrini
  • At syrgja fyri, at tað er reint og ruddiligt í og rundanum barrina
  • At hjálpa tænarum at gera fundarhølir klár og rudda av

Vit vænta, at tú dugir at samskifta á enskum.

Harafturat vænta vit, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur møguleika at arbeiða skiftandi vaktir.

Áhugaði kunnu senda eina umsókn til michael@hotelforoyar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER