Tænarar til matstovuna Gras á Hotel Føroyum
P/F GIST & VIST

Vit sóknast eftir tænarum til matstovuna at arbeiða fulla tíð umframt avloysarar til summarið.

Matstovan borðreiðir við sjálvtøkuborði um morgunin og á middegi, og við trýrættaðari matskrá um kvøldið.

Arbeiðsuppgávur:

  • At veita eina góða tænastu til gestirnir í matstovuni
  • At halda matstovuna reina og ruddiliga
  • At rigga gera klárt og rudda av í fundarhølum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur góð samskiftisevni
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur møguleika at arbeiða skiftandi vaktir

Umframt knasandi góða útsýnið frá Hotel Føroyum kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og hendingaríkt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum.

Umsóknir kunnu sendast til michael@hotelforoyar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER