GLASIR: Fíggjarleiðari
GLASIR

Føroya størsti útbúgvingarstovnur søkir eftir fíggjarleiðara, sum skal leiða fíggjardeildina og tryggja eina skynsama og effektiva fíggjarstýring av Glasi.

Við einari árligari fíggjarætlan, sum liggur omanfyri 100 milliónir krónur er starvið sum fíggjarleiðari á Glasi bæði avbjóðandi og áhugavert. Uppgávurnar eru fjøltáttaðar og fevna m.a. um at:

  • leggja fíggjarætlan fyri Glasir
  • ráðgeva um- og umsita fíggjarætlanina
  • fylgja gongdini í málum, sum eru tengd at fíggjarætlanini
  • umsita lønir og gera lønarframrokningar
  • skipa avgreiðslu av lønum og setanarbrøvum
  • ráðgeva í sáttmálaviðurskiftum
  • tryggja hóskandi mannagongdir innan fíggjarøkið
  • standa fyri bókhaldinum og skipa arbeiðið

VIT VÆNTA, AT TÚ HEVUR:

  • hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring
  • leiðsluroyndir og førleikar at fáa fíggjardeildina at virka væl saman
  • hegni at tryggja eitt gagnligt samspæl millum fíggjardeildina og deildir, starvsfelagar og leiðslu á stovninum
  • góð evni at leiða, samskifta og taka avgerðir
  • hollan kunnleika til Búskaparskipan Landsins
  • kunnleika til sáttmálaviðurskiftir innan økið
  • góðar telduførleikar

LØNAR- OG SETANARTREYTIR
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til umsitingarstjóran.

UPPLÝSINGAR OG UMSÓKN
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóra á Glasi, á tlf. 512166 ella skriva til sth@glasir.fo um fleiri upplýsingar. Umsókn - við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum - skal í seinasta lagi 24. mai 2019 sendast í telduposti til sth@glasir.fo ella til:

Glasir
Postrúm 218
Janusargøta 3
FO-110  Tórshavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER