Reingerðarfólk til kvøldarbeiði í Vágunum (6-7 tímar um vikuna)
SP/F DVEYLAN

Dveylan reingerð sóknast eftir dugnaligum vaskifólki, ið hevur áhugað at taka reingerðarstarv tvey kvøld um vikuna (7 tímar tilsamans), á tveimum arbeiðsplássum. Talan er um 3-3.5 tímar pr. Kvøld. Arbeiðstíðin er sera fleksibul, og kann lættliga arbeiðast runt um aðrar avtalur. Um tær dámar at tjena nakrar eyka krónur, at gera reint, lurta eftir tónleiki og at røra teg, so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.

Um okkum

Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús, virkir og stovnar. Uppgávurnar fevna víða: løtt reingerð, støva av, upp- og niðurvask, viðgerð og reingerð av gólvum.

Vit vænta at tú:

  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar
  • hevur góð evni at samstarva
  • gongur høgt upp í góðskuna
  • ert villig/ur at læra
  • hevur møguleika at vaska lappar og moppir heima
  • kanst koyra bil

Umsókn

Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Vágoy”.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER