Leiðari til Føroyahúsið í Keypmannahavn
ARBEIÐSLOYSISSKIPANIN

Hevur tú hug at standa á odda fyri føroysku mentanarháborgini í Keypmannahavn? So er leiðarastarvið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leyst at søkja nú.

Føroyahúsið

Føroyahúsið er eitt mentanarhús í Keypmannahavn. Endamálið er at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívi. Føroyahúsið er karmur um nógv fjølbroytt virksemi; sosialráðgeving, føroyskt kór, føroyskan barnaskúla, føroyskan dans og nógv annað. Føroyahúsið skipar millum annað fyri café, fyrilestrum, kjakfundum, konsertum, veitslum, mentanarkvøldum og barnatiltøkum.

Bygnaður

Føroyahúsið er ein sjálvsognarstovnur við egnum viðtøkum. Ovasti myndugleiki er umboðsmannaráðið, har ið øll føroysk feløg kunnu gerast limir. Umboðsmannaráðið velur starvsnevndina, ið er mannað við fimm limum og tveimum tiltakslimum. Starvsnevndin setur leiðaran, og í felag umsita tey dagliga raksturin. Húsið verður fíggjað við árligari stuðulsjáttan á løgtingsins fíggjarlóg og egnum inntøkum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at umsøkjari hevur:

  • Hollar leiðsluroyndir og lokið minst trý til fimm ára útbúgvingarprógv.
  • Gott fíggjarligt innlit.
  • Drúgvar royndir innan samskifti á føroyskum, donskum og enskum, og er royndur í Office-pakkanum.
  • Royndir við fundraising og at samstarva við politisku skipanina.
  • Evni at lurta og síggja styrkir hjá áhugapørtum, og at taka avgerðir.
  • Áræði, fyritakssemi og kann geva íblástur og støðugt menna Føroyahúsið.
  • Ans fyri mentanarligum fjølbroytni millum føroyingar og onnur við áhuga fyri Føroyum.

Setan

Starvs-, lønar- og setanarviðurskifti verða eftir avtalu millum starvsnevndina og umsøkjara.

Starvið er ikki tænastumannastarv. Eftirløn verður goldin sambært avtalu.

Miðjað verður eftir, at leiðarin byrjar í starvinum 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV skal sendast við telduposti til Martin K. Mouritsen, nevndarformann: martinkmouritsen@msn.com. Freistin at søkja starvið er 1. juni 2019. Samrøður við umsøkjarar verða hildnar í viku 24. Í døgunum 11-13. juni 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vil tú vita meira?

Set teg so í samband við Martin Karbech Mouritsen á tlf. +45 31 53 79 77 ella á martinkmouritsen@msn.com, ella við núverandi leiðara Hans Petur í Brekkunum á tlf. +45 27 21 04 48, ella á mail info@fohus.dk.

Føroyahúsið í Keypmannahavn



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER