Matstovan í FK í Hoyvík søkir eftir starvsfólki
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - HOYVÍK

Vit leita eftir einum starvsfólki til matstovuna í FK í Hoyvík.

Arbeiðið fevnir um alt vanligt køksarbeiði og avgreiðslu av kundum.

Arbeiðstíðin er skiftandi í tíðarbilinum kl. 8-17 gerandisdagar og annaðhvønn leygardag.

Starvið er fulltíðarstarv og lønin sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Starvið verður sett sum skjótast ella eftir avtalu.

Tú fært meira at vita um starvið frá Maud, á tlf. 228355 ella tlf. 660058.

Umsókn skal sendast til skrivstovan@fk.fo

ella

FK Hoyvík

Postboks 349

FO-188 Hoyvík

Att.: Maud

Viðmerk: Matstovan í Hoyvík



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER