Reingerðarfólk til El-in
SP/F EL-IN

Søkt verður eftir reingerðarfólki til El-in í Klaksvík.

Talan er um eitt starv á 8 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er eftir kl 13.

Vit vænta at:

  • Tú kennir týdningin av góðum reinføri
  • Tú hevur royndir innan reingerð
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú ert fyrikomandi og arbeiðssom/samur
  • Tú møtir væl upp, ert røkin og álítandi.

Starvið fevnir í høvðusheitum um:

Standa fyri reingerðini í fyritøkuni

Vit bjóða:

Eitt spennandi arbeiðspláss

Góðar arbeiðsumstøður

Løn sambært avtalu.

Umsókn:

Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at venda tær til Hilmar Danielsen á telefon 284500.

Annars send tína umsókn í seinasta lagi 31. Mai til hilmar@el-in.fo, starvið verður sett so skjótt sum vit hava funnið rætta umsøkjaran.

Handilin við navninum EL-IN læt upp tann 19. sept 1992, og sigast má, at torført verður at finna eitt myrkari tíðarbil í nýggjari føroyskari søgu at byrja handilsvirksemi. Síðan smædnu byrjanina er virksemið vaksið heilt nógv, og er søgan aftanfyri vøksturin ein støðug víðkan í teim tænastum, sum EL-IN kann bjóða, og í dag kunnu vit fegnast um eina fyritøku, sum hevur eitt stórt úrval innan lampur, hvítvørur, HiFi, el-lutir og búnýti.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER