Lærupláss hjá Rit & Rák
SP/F RIT & RÁK

Vit bjóða:

  • Væl skipað viðurskifti í einum handli við greiðari støðu til góða kundatænastu og rættan handilsskap
  • Ein hugaligur og fjølbroyttur gerandisdagur, her títt avrik ger mun
  • Góðir yrkismøguleikar
  • Fittar og hugagóðar starvsfelagar
  • Egið ábyrgdarøki í handlinum
  • Góðar arbeiðstíðir við vikuskiftisskipan og fleksibiliteti

Tú fært:

  • Eina útbúgving, ið er frálíkt støði undir tínum dreymi um kanska at gerast handilsleiðari ella reka egið virki
  • Høvi at læra av tínum dugnaligu starvsfeløgum
  • Eina útbúgving, ið ruddar slóð fyri at hava sjálvstøðuga ábyrgd samstundis við, at tú ert ein í einum liði av kveikjandi og stoltum starvsfeløgum
  • Serkunnleika í vøru, sølu og tænastu
  • Spennandi skúla við javngomlum næmingum á handilsfakskúla
  • Møguleika at menna og royna skapandi hugskot
  • Eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir

Tín profilur:
Tú hevur antin staðið, ella skalt standa endaligu roynd á FHS, HH, Student ella HF. Kanska hevur tú arbeitt í detailvinnuni í frítíðini. Tú ert ein góður starvsfelagi við løttum sinni. Tú hevur áræði og ert fleksibul. Og tað besta er, at tú tráar eftir at menna teg í okkara bókhandli.

Hevur tú hug at vera ein í tí stolta liðnum hjá Rit & Rák so send umsóknina hjá tær til:

Rit & Rák
Tinghúsvegur 60
100 Tórshavn

Viðm: lærupláss

Teldupostur: kari@ritograk.fo

Umsóknarfreist:
1. juni 2019

Tú tekur við starvi:
Í august 2019



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER