Fulltiknir dekkarar til Vørn
P/F VØRN

Tvey størv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan.
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum.
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum.
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  29. apríl 2019 kl. 14.00.

Størvini verða sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: journal@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER