Út í heim at hjálpa?
REYÐI KROSSUR FØROYA

Tá vanlukkur brádliga raka kring heimin, hevur Reyði Krossur eina heimsumfatandi tilbúgving. Reyði Krossur her í Føroyum leitar tí áhaldandi eftir starvsfólkum við ymiskum førleikum, ið hava hug og hegni at rætta eina hjálpandi hond.

Talan er um fulltíðar lønt starv, og útvaldir umsøkjarar fáa fyrireikandi skeið og útbúgving frá Reyða Krossi. Meira kann lesast um bæði størv og krøv her: http://redcross.fo/altjoda-hjalp/

Øll við viðkomandi útbúgving og starvsroyndum, eru hjartaliga vælkomin at senda umsókn og CV á redcross@redcross.fo.

Umsóknarfreistin er 8. mai kl. 15:00.

Um spurningar ella ivamál eru, ber til at venda sær til Bárð Atlason Ísheim, dagligan leiðara í Reyða Krossi Føroya, á bardur@redcross.fo, ella við at ringja til 283630 ella 509705.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER