Tænarar og barrtænarar til matstovuna Gras á Hotel Føroyum
P/F GIST & VIST

GRAS sóknast eftir tænarum og barrtænarum til matstovuna og barrina í forhøllini at byrja skjótast gjørligt.

Matstovan borðreiðir við sjálvtøkuborði um morgunin og á middegi, og við trýrættaðari matskrá um kvøldið.

Vit vænta, at tú:

  • Ert tænastusinnað/ur
  • Ert ágrýtin, álítandi og hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur royndir innan tænastuvinnuna

Umframt knasandi góða útsýnið frá Hotel Føroyum kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og hendingaríkt arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum. Umsóknir kunnu sendast til lydia@hotelforoyar.fo í seinasta lagi 26. apríl. 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER