Ráðgevi/sølufólk til innbúgvsdeildina í Tórshavn
P/F NEMA

Vit søkja eftir einum ráðgeva/sølufólki til innbúgvsdeildina í Tórshavn. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at selja kvalitet og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

Starvið

Tú verður partur av einum toymi, sum veitir ráðgeving og sølu av innbúgvi og loysnum. Tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgeving, telefon- og teldupostavgreiðslu, vøruframsýningum, marknaðarátøkum og øðrum spennandi uppgávum. Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Tú hevur góðan læruhug, ert tænastusinnað/-ur, vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Forvitin?

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan P. Jacobsen á tel. 794 272 ella á jpj@nema.fo.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til Nema á hrdeildin@nema.fo ella til:

Nema, HR-deildin, Postboks 109, 110 Tórshavn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mai 2019. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER