Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til vinnudeildina
UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ

Søkt verður eftir løgfrøðingi til vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
  • at luttaka í og leiða verkætlanir
  • at ráðgeva landsstýrismanninum
  • at samskifta við og stuðla stovnum undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og onkuntíð er neyðugt at taka tøk, tá á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi og hava nógv samskifti úteftir.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.e. cand.jur. ella sambæriligt prógv.
Vit vænta, at tú hevur:

  • góð samstarvsevni
  • góð analytisk evni og politiskt tev
  • góð evni at samskifta bæði í skrift og talu, og
  • ert tænastuhugað/ur og fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Umsøkjarar, sum hava royndir frá almennari ella privatari fyrisiting, kunnu hava fyrimun.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu vera Uttanríkisog vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. mai 2019.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett frá 1. juni ella skjótast til ber. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, deildarstjóra, tlf. 556076.

Vinnudeildin skal tryggja góðar og stimbrandi karmar fyri føroyskt vinnulív og hevur ábyrgdina av vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, útlendingamál, integrasjón, ferðavinna, gistingarhús- og matstovuvinna, loftferðsla, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djórvælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg,
íverksetan og skapandi vinnur. 

Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og partafeløgum: Føroya Tele, Atlantic Airways, Vága Floghavn, Visit Faroe Islands, Posta, Fiskaaling, Rúsdrekkasølu Landsins, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Útlendingastovuni, Skráseting Føroya, Kappingeftirlitinum, Posteftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Vinnuframa og
Framtak.
www.uvmr.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER