Fulltrúi til fíggjarstýring og roknskap
FISKIMÁLARÁÐIÐ

Søkt verður eftir fulltrúa at umsita og hava ábyrgdina av fíggjarstýring og roknskapi í Fiskimálaráðnum og stovnum undir ráðnum.

Høvuðsuppgávurnar eru:

  • Fíggjarstýring.
  • Roknskaparreglugerð, góðkenning av roknskapi og játtanareftirlit.
  • At samskifta, geva svar og frágreiðing um fíggjarspurningar til ymsar myndugleikar, so sum Landsgrannskoðanina, Fíggjarmálaráðið og Løgtingið.
  • At gera tilfar í samband við fíggjarlógaruppskot, eykajáttanaruppskot og uppskot til játtanarkarmar.
  • At samskifta við eitt nú Gjaldstovuna og veitarar annars um dagføring og menning av skipanum innan økið.
  • At ráðgeva leiðslu og starvsfólki annars í Fiskimálaráðnum í øllum viðkomandi spurningum innan fíggjarstýring, roknskap og játtan.

Førleikar

  • Útbúgving á masterstigi innan eitt nú fíggjarstýring, grannskoðan og roknskap ella royndir og útbúgving, ið kunnu javnsetast við hetta.
  • Starvsroyndir og vitan, ið beinleiðis kunnu setast í samband við høvuðsuppgávurnar.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og evni at samstarva. Týðandi er at megna at skipa arbeiðið eftir føstum tíðarleisti og dagfestingum, eins og at megna at arbeiða undir ávísum trýsti.

Forrit og skipanir

Ein uppgáva innan hetta økið er at umsita sáttmálar um KT veitingar, tænastur og møguligt innkeyp.

Tað er fyrimunur at hava kunnleika til Búskaparskipan Landsins, Journalskipanina 360 og Totalview skrásetingarskipanina. Kunnleiki til aðrar skipanir, ið kunnu samanberast við hesar, verður somuleiðis mettur sum viðkomandi og kann geva fyrimun.

Setanartreytir

Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella Akademikarafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini.

Umsókn

Umsókn við upplýsingum um útbúgving, starvsroyndir og møgulig viðmæli skal sendast talgilt til Fiskimálaráðið á fisk@fisk.fo.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. mai 2019 kl. 15.00. Starvið verður sett skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Rógva Reinert, aðalstjóra, telefon 55 32 11.


Fiskimálaráðið er eitt av átta Stjórnarráðum í Miðfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 17 starvsfólk. Umsitingarøkið fevnir um millumtjóða samráðingar um fiskirættindi, fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving, trygd og norðurlandamál.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER