FK Hoyvík søkir eftir pakkifólki til slaktaradeildina
LVAÁ FØROYA KEYPSSAMTØKA - HOYVÍK

Vit leita eftir einum fyrikomandi starvsfelaga til fyrifallandi arbeiði í slaktaradeildini at byrja 1. mai. 2019

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um pakking og merking av sláturvørum, umframt at tryggja, at vørur verða fyltar á hillar og í køli- og frystidiskar.

Eingi krøv eru til útbúgving, men til starvið ímynda vit okkum eitt álítandi og tænastusinnað fólk, ið tekur reinføri í álvara. 

Talan er um starv 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum millum kl.6.00-16.00 frá mánadegi til fríggjadag, og av og á eisini leygardagar.

Løn sambært sáttmála við S&K.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til slaktarameistara Jákup Tausen, tlf. 789376 ella 660043

Umsókn, merkt “Slaktaradeildin” skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. apríl.

FK Hoyvik
slaktarin@fk.fo

Att. Jákup Tausen
Brekkutún 9
Boks 349
FO-188 Hoyvik



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER