Tænari til Hotel Hafnia
P/F HOTEL HAFNIA

Vit sóknast eftir tænara at arbeiða um kvøldarnar og í vikuskiftum til veitslur á Hotel Hafnia. Arbeiðstíðin verður skiftandi og alt eftir virkseminum á hotellinum. Tað ber væl til at hava hetta arbeiðið saman við t.d. skúlagongd.

Uppgávur:

Tú fær ábyrgd av at tæna og vegleiða gestum okkara til ymisku tiltøkini vit bjóða á hotellinum. Samstundis verður tú partur av einum stórum toymi av kokkum og tænarum, ið tæna til veitslur, ráðstevnur og tiltøk á hotellinum og út úr húsinum. Vit borðreiða við veitsludøgurða og øðrum leskiligum mati, alt eftir tørvi.

  • Ert framsøkin og tænastusinnað/ur, hóast nógv er at gera
  • Trívist at arbeiða í einum toymi og hevur lætt við at koma í prát við onnur
  • Dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi, har eingin dagur er líka
  • Tú kemur at skeinkja og tí er tað ein treyt at tú ert fylt/fyltur 18 ár.

Tað er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav, um tú hevur royndir sum tænari.

Vit bjóða

Sum tænari, verður tú partur av toymi okkara, ið hevur ábyrgd av at varðveita og menna eitt framúr tænastustøði, har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

Tú fært løn sambært Gistingarhússáttmálanum.

Umsókn

Tú søkir starvið við at senda ein teldupost til hr@hafnia.fo. Viðmerk teldupostin “Tænari”.

Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 30. apríl 2019.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Peter Hentze á tlf. 233146 ella teldupost ph@hafnia.fo

Hotel Hafnia er eitt altjóða hotel við 78 kømrum, 4 stjørna fundar- og veitslu-hotel, og rekur Restaurant Hafnia, Katrinu Christiansen og Kafé Kaspar. Eisini er Hotel Hafnia í ferð við at byggja nýtt hotel á Oknarvegnum.

Hotel Hafnia er dóttirfelag hjá Smyril Line, sum eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu – harumframt trý onnur farmaskip; Mykines, Hvítanes og Eystnes.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER