Søkt verður eftir 1-2 timburmonnum ella arbeiðsmonnum við royndum
SP/F TILBOÐ

Søkt verður eftir 1-2 timburmonnum ella arbeiðsmonnum við royndum, kanska tað er tú!

Løn (eftir avtalu, okkara starvsfólk fáa góða løn)

Arbeiðsuppgávur tú kanst rokna við

  • Timbur- og snikkaraarbeiði
  • Jørð- og betongarbeiði
  • Annað

Vit vænta, at tú

  • ert útbúgvin timburmaður ella hevur aðra handverkaraútbúgving (IKKI eitt krav)
  • hevur áræði og arbeiðir sjálvstøðugt
  • dugir væl at raðfesta uppgávur og at leggja arbeiðið til rættis hevur góð samstarvsevni og ert jalig/ur
  • hevur koyrikort

Vit bjóða

  • Vit bjóða góð og skipað arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Møguleikarnir fyri at fáa spennandi fakligar royndir eru nógvir í Timburfaki.

Vit átaka okkum fjøltáttaðar uppgávur og verkætlanir, sum eru avbjóðandi, spennandi og harvið mennandi.

Fyri okkum er heilt avgerandi at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, sum er fakliga sterkt.
Vit vita, at hetta er fortreytin fyri at fáa bestu starvsfólkini, sum eru grundarlagið undir at kunna veita kundum okkara ta góðu tænastuna tey kunnu vænta.

Stutt um okkum
Timburfak er ein fyritøka undir menning, og ætla vit at veksa við nøkrum starvsfólkum.
Hjá Timburfaki hevur trygd, góðska, gott og skjótt arbeiði stóran týdning.
Vit ynskja, at okkara starvsfólk skulu trívast væl og mennast.

Umsóknir
Send stutta umsókn saman við stuttari lívsgongdarlýsing og viðkomandi skjølum/tilvísingum í teldubrævi til timburfak@timburfak.fo 
Starvið verður sett sum skjótast.

Vælkomin at ringja ella skriva til 273712, um tú hevur spurningar.

Vinarliga Timburfak



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER