Tænari til Hotel Vágar
P/F GIST & VIST

Hotel Vágar leitar eftir tænara til matstovuna og fundarhølini á hotellinum.

Tú verður ein partur av starvsfólkatoyminum, sum er samansett av einum høvuðskokki, trimum kokkalærlingum, einum slaktara, trimum tænarum o.ø.

Hotel Vágar hevur 25 kømur, har tað er pláss fyri 50 gestum. Afturat tí hava vit 3 fundarhølir og eina matstovu, har pláss er fyri 200 sitandi gestum.

Sum tænari á Hotel Vágum fært tú møguleika at møta nógvum ymsum gestum – floggestum, á la carte-gestum, fundargestum o.ø.

Vit bjóða tær:

  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymsum gestum og tiltøkum
  • Eitt gott toymi at arbeiða saman við
  • Góða upplæring

Tínar uppgávur verða:

  • at taka tær av gestum okkara, so tey fáa eina nærverandi og góða tænastu
  • at kunna gestum okkara um matskrá og vínskrá
  • at gera klárt í matstovuni og í fundarhølunum – m.a. uppsetan og borðreiðing
  • at syrgja fyri, at matstovan og fundarhølini eru rein og ruddilig.

Vit vænta, at tú:

  • hevur áhugað fyri mati og víni og hevur hug at menna teg innan tænarayrki
  • leggur stóran dent á at veita góða tænastu
  • ert álítandi, smílandi og møtir til tíðina
  • hevur góð samstarvsevnir

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So send eina umsókn til matstovuleiðara absalon@hotelvagar.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER