FYRIKOMANDI TÆNARI TIL FÚTASTOVU
P/F GIST & VIST

Fútastova leitar eftir einum tænara at byrja skjótast gjørligt.

UM FÚTASTOVU 
Fútastova er ein av teimum fýra matstovunum ’Heima í havn’.
Fútastova hevur verið heim hjá fleiri mætum fútum og øðrum týðandi embætisfólkum í Føroyum, og hevur eisini virkað sum skúli, kirkja, sendistova o.a. 

Í dag er Fútastova ein fronsk matstova við einum føroyskum twisti.

Kokkarnir nýta føroyskar rávørur og siðvenjur í fronsku matgerðini.

UM TEG

  • Tú skalt kunna arbeiða kvøld- og vikuskiftisvaktir.
  • Tú ert fyrikomandi, ikki bangin fyri at taka ábyrgd og hevur góð samskiftisevnir.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri víni.

Tænararoyndir eru eisini ein fyrimunur.

Umsóknir kunnu sendast til bjork.fossdal@futastova.fo



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER