Námsfrøðingar til Dagstovnin Sólareygað
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

 

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin Sólareygað eftir tveimum námsfrøðingum.

Størvini eru ímillum 30-35 tímar um vikuna, ávíkavist til setan 15. maj og 1. august 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk setast ístaðin í tíðaravmarkað størv.


VIT VÆNTA:

• 

starvsfólk, sum er nærverandi og gevandi

starvsfólk, sum tekur ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski
um at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum


 

starvsfólk ,sum hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og mennandi
dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra, hetta
i tráð við okkara menningarætlan

starvsfólk sum virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

VIT BJÓÐA:

• 

eitt starv har útilív, rørsla og heilsa er ein inngrógvin partur av
dagligdegnum

eitt starv har upplivingar og granskingar á barnahædd eru ein stórur
partur av dagligdegnum

eitt starv við aktivum og kveikjandi vaksnum, har samanhald og
viðurkenning eru grundarsteinar

VIT YNSKJA:

• 

at geva børnunum mennandi og spennandi upplivingar og avbjóðingar

at geva børnunum møguleika at hugsavna seg og at vera í ró

at geva børnunum møguleika til frítt spæl og at brúka egið hugflog

at børnini skulu kenna seg trygg

at hava eitt gott foreldrasamstarv

SETANARVIÐURSKIFTI 

Størvini verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 3. maj 2019 og viðmerkja „Umsókn til Dagstovnin Sólareygað“.


MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302430 / 287150 ella Elsu Joensen, varaleiðari, telefon 219419, ella at vitja heimasíðu okkara www.solareygað.com

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER