Heilsurøktari til Eldrasambýlið og Heimatænastuna í Kollafirði
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Á eldrasambylinum í Kollafirði eru 7 av teimum 204 búplássunum í Heilsu-og umsorganartænastuni. Sum heilsurøktari í Kollafirði kemur tú at arbeiða saman við heilsuhjálparum, heilusrøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Saman veita tit eina dygdargóða røkt til borgarar, sum búgva heima í Kollafirði og í Kaldbak og teimum sum búgva inni á eldrasambýlinum. Uppgávurnar á eldrasambýlinum eru umframt at veita røkt og umsorgan, eisini tað, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald, til dømis matgerð, klædnavask og innkeyp.


Søkt verður eftir einum heilsurøktara á setanarbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er í blandaðum vaktum og 3. hvørt vikuskifti.

VIT VÆNTA, AT TÚ:

• 

hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari

hevur góðan yrkisligan og menniskjaligan førleika

hevur góð samstarvsevni og megnar at samstarva tvørfakliga

kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi

er støðug/-ur, ábyrgdarfull/-ur og røkin í tínum arbeiði

kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur telduførleika á brúkarastigi

hevur koyrikort

VIT BJÓÐA:
eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við avbjóðingum og møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu og góðar starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett 1. juni 2019 ella skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið. Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Heilsurøktari til Kollafjørð“

Umsóknarfreistin er 24. apríl 2019 kl. 12.00. Setanarsamrøður vera hildnar 29. apríl 2019.

MEIRA FÆST AT VITA

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bergit Weihe, telefon 793183.

Trýst HER. Leinkjan vísir eina arbeiðsstøðu í Heimatænastuni.

 

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER