Námsfrøðingur til Dagstovnin við Landavegin
TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Landavegin eftir námsfrøðingi at byrja skjótast møguligt.


Ert tú fakliga væl fyri, ágrýtin, skapandi og vilt tú virka fyri einum góðum gerandisdegi fyri børnini? So hava vit eitt arbeiði til tín.

VIT SÓKNAST EFTIR:
einum námsfrøðingi á 30 tímar til avbjóðandi námsfrøðiliga uppgávu. Starvið verður fyribilssett til 12. juli 2019. Møguleiki er fyri at leingja starvstíðina.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligari námsætlan fyri Dagstovnin við Landavegin (sí. http://www.landavegur.fo/)


VIT VÆNTA AT:

• 

tú megnar at virka í góðum samstarvi við leiðslu, starvsfelagar,
foreldrur og børn

tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag
fyri einstaka barnið

tú er við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum

tú tekur ábyrgd og hevur yvirlit

tú mennist við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum

tú er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir

tú hevur telduførleikar til tekstviðgerð og myndir

tú megnar fjølbroytt arbeiðsøki innan á stovninum, tolir flytingar
innanhýsis á stovninum

tú kann arbeiða eftir starvsfólkaprofilinum fyri námsfrøðingar á
Dagstovninum við Landavegin – (sí heimasíðu)

tú vilt arbeiða við rørslu, sum námsfrøðiligum amboði

VIT BJÓÐA:

• 

heimsins mest umráðandi arbeiði

eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum

eitt starv har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin,
har leisturin er námsætlanin

eitt starv við ymiskum og fjølbroyttum gerandisdegi

SETANARVIÐURSKIFTI
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, telefon 222380.

UMSÓKN

Umsókn saman við lívsrensli og prógvi sum námsfrøðingur verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 24. apríl 2019.

 



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER