Reingerðarfólk til fyrrapartsarbeiði í Tórshavn
SP/F DVEYLAN

Vegna økt virksemi sóknast Dveylan reingerð eftir dugnaligum vaskifólki at arbeiða fyrrapart (antin 8 til 12 ella møguliga 10 - 14) nakrar dagar um vikuna. Um tær dámar at hjálpa fólki, gera reint, lurta eftir tónleiki og at røra teg, so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.

Arbeiði kann gerast rættiliga fleksibult (eftir tíð, ið passar tær best), so endiliga set teg í samband við okkum.

Um okkum
Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús, virkir og stovnar. Uppgávurnar fevna víða: løtt reingerð, støva av, upp- og niðurvask, viðgerð og reingerð av gólvum.

Vit vænta, at tú:

  • arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott yvirlit
  • ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar
  • hevur góð evni at samstarva
  • gongur høgt upp í góðskuna
  • ert villig/ur at læra
  • kanst koyra bil

Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.

Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.

Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Dagarbeiði Tórshavn”.



FÁ FRÁBOÐAN
UM NÝGGJ STØRV

MELDA TIL
SEND OKKUM
STARVSLÝSING
TRÝST HER